Gjaldførið í landskassanum skal vera smidligari

Gjaldførið í landskassanum skal vera smidligari
Nú skal bera til at víkja frá kravinum, um at landskassin skal hava í minsta lagi 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í gjaldføri
Gjaldføri landsins er nú 4,9 milliardir krónur, sigur landsstýrið
 
04.02.2021 - 09:29

Gjaldføri landsins skal verða smidligari, tá landskassalán skulu rindast aftur ella endurfíggjast.

Tí vil landsstýrið broyta lógina um Landsbankan.

Lógin sigur, at gjaldføri landskassans skal í minsta lagi svara til 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni undanfarið ár.

Men lógin skal broytast, so til ber at víkja frá kravinum um tey 15 prosentini í eitt stutt tíðarskeið.

Undantakið skal galda, til næsta lán hjá landskassanum fellur til gjaldingar. Hetta er fyri at sleppa undan at taka dýr lán fyri at endurfíggja.

Gjaldførið umleið fimm mia.

Í 2019 vóru 15 prosent av gjaldførinum 2,8 mílliardir krónur. 

Gjaldføri landsins er nú 4,9 milliardir krónur, sigur landsstýrið.

Niðurstøðan er, at tá landskassin hevur nóg stórt gjaldføri til at gjalda eitt lán aftur í einum uttan endurfígging, skal tað bera til.

Gjaldførið skal tó ikki fara niður um 13 prosent, stendur eisini í uppskotinum um lógarbroyting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541