Verjuútbúgving í Grønlandi

Verjuútbúgving í Grønlandi
Útbúgvingin er við í semjuni, sum er gjørd í fólkatinginum um verjuna í Arktis, og hon verður mett at kosta 50 mió. kr.
Tað var á tíðindafundinum í síðstu viku, at Trine Bramsen, verjumálaráðharri, kunnaði um Arktis, radara á Sornfelli og verjuútbúgvingina í Grønlandi
 
15.02.2021 - 16:05

Ein verjuútbúgving skal gerast í Grønlandi, og útbúgvingin skal minna um herskylduna í Danmark.

Endamálið við útbúgvingini er at gera grønlendingar førar fyri at vera við til at verja Grønland.

Hon fer eisini at styrkja tilbúgvingina og sjálvbodna tilbúgvingararbeiðið í Grønlandi.

Útbúgvingin er við í semjuni, sum er gjørd í fólkatinginumum verjuna í Arktis.

Men grønlendska sjálvstýrið skal gera av, hvussu útbúgvingin verður skipað. Hon verður í Kangerlussuaq.

50 mió. kr. settar av

50 milliónir krónur eru settar av til útbúgvingina. Málið um herskyldu í Grønlandi er ikki nýtt.

Í 2018 varð roynt at fáa grønlendingar at gera herskyldu. Í 2019 teknaðu 58 seg. 21 teirra vóru mett at geva egnað. 15 fóru í starv hjá verjuni.

Í fjør bar ikki til fyri koronu at velja fólk til herskyldu. 

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, sigur við KNR, at hon væntar, at nýggja útbúgvingin kann byrja við 15 næmingum. 

Flokkurin IA hevur í fólkatinginum í nógv ár tosað um eina verjuútbúgving í Grønlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342