Koppseting: Sendifólk við maka tikin framum

Koppseting: Sendifólk við maka tikin framum
Tey vórðu koppsett 27. januar, sjey dagar eftir at landslæknin hevði fingið eina áminning. Kringvarpið hevur fingið innlit frá aðalráðnum
Kunngerð um at koppseta fólk í samfelagskritiskum størvum er ikki lýst enn
 
02.03.2021 - 12:56

Tað var 22. desember, at eitt embætisfólk hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum setti seg í samband við Lars Foodgaard Møller, landslækna, sum eisini er formaður í koppsetingarbólkinum hjá landsstýrinum, og bað um, at nýútnevnda sendifólkið í London og maki hennara skuldu fáa koppsetingina.

20. januar sendir embætisfólkið eina áminning og spyr, um tað er møguligt at fáa svar uppá, hvørt sendifólkið og maki hennara kunnu verða koppsett.

Lars Foodgaard Møller svarar sama dag, at hann heldur hetta vera eitt gott hugskot, og at Tummas í Garði, sum eisini situr í koppsetingarbólkinum, møguliga kann hjálpa við hesum.

23. januar kemur svar frá Tummasi í Garði, har hann skrivar, at tey kunnu fixa hetta mikudagin tann 27. januar. Hann skal bara hava nøvn, føðingardagar og kontaktelefonnummur hjá sendikvinnuni og makanum, so til ber at kalla tey inn.

25. januar takkar Uttanríkis- og Mentamálaráðið fyri og boðar frá, at neyðugu upplýsingarnir ERU sendir inn. Sosatt fáa sendikvinnan og makin fyrru koppsetingina her heima í Føroyum tann 27. januar.

Ein umbøn aftrat

17. februar kemur enn eitt ynski frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum. Tey takka fyrst fyri, at til bar at koppseta sendikvinnuna í London og makan, og síðani spyrja tey, um tað ber til at fáa koppseting til sendimannin í Kina og maka hansara.

Í gjár rykkir embætisfólkið enn einaferð og boðar frá, at hjúnini hava ikki hug at verða koppsett í Kina, og ynskja tí at verða endaliga koppsett í Føroyum, áðrenn tey fara avstað. Lars Foodgaard svarar, at hetta er eitt gott hugskot, og vísir enn einaferð til Tummas í Garði.

Meira er enn ikki hent í málinum, men bæði sendifólkið í London og sendifólkið í Kina eru enn í Føroyum.

Onnur skulu koppsetast fyrst

Sambært kunngerðini, ið koppsetingarbólkurin hevur mælt til, og sum landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lýst, so er enn bert heimild til at koppseta starvsfólk í heilsugeiranum, eldrageira­num og ávísum pørtum av almannageira­num, sum hava tætt samband við sjúkling­ar ella búfólk, og sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað við COVID-19.

- Búfólk á ellisheimum og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði.

- Sjúklingar, sum eru í viðgerð og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við COVID-19.

- Avvarðandi at hesum sjúklingum.

- Persónar, sum hava fylt 65 ár, ið fáa per­sónliga røkt og hjálp við tí praktiska.

- og at enda persónar, ið eru fyltir 85 ár.

Sambært koppsetingarkalendaranum hjá koppsetingarbólkinum og landsstýrinum, er ætlanin at koppseta persónar, ið hava samfelagskritisk størv, í endanum av apríl. Kunngerð, ið heimilar hesum, er tó ikki lýst enn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. august
Morgunlestur fríggjadagur 16. august 2024
179080
Hósdag 15. august
RagnarRokk 15.august 2024
177311
Hósdag 15. august
RagnarRokk: Titan Fox um König und Kaiser
177307
Hósdag 15. august
Morgunlestur hósdagur 15. august 2024
179079
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179277
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967