Keilir í Íslandi kann fara at goysa um fáar tímar

Keilir í Íslandi kann fara at goysa um fáar tímar
Fólk á Reykjanesleiðini í Íslandi fyrireika seg nú til eldgos
Keilir í baksýni í morgun
Mynd: ruv.is  
 
04.03.2021 - 08:03

2.500 jarðskjálvtar vórðu mátaðir í gjár, og skjálvar eru eisini í morgun, teir eru millum trý og fýra í styrki. Her er tvær beinleiðis stroymingar frá økinum, har vandi er fyri eldgosi. 

Á tíðindafundi seinnapartin í gjár boðaði Almannaverndin frá, at Keilir, sum er miðskeiðis á Reykjanesi, væntandi fer at goysa skjótt, kanska innan fáar tímar. 

Íslendska umhvørvisstovan hevur sett upp mátiútgerð, sum skal máta nøgdirnar av svávul-dioxid. Tað verður gjørt sum fyrivarni, um tað fer at goysa, tí tá kann gassdálking verða stór.

Keilir hevur ikki goyst í 800 ár, skrivar íslendska kringvarpið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006