Stjørna fødd í føroyskum ósigri

Stjørna fødd í føroyskum ósigri
Elias á Skipagøtu vísti seg frá síni bestu síðu í sínum fyrsta landsdysti, men ein dýr løta í 1. hálvleiki gjørdi, at Føroyar taptu fyri Ukreina
Elias á Skipagøtu var framúr í seinna hálvleiki ímóti Ukreina
Mynd: eurohandball.com  
 
14.03.2021 - 18:00

Elias á Skipagøtu var flúgvandi og vísti, hvussu nógvur hondbóltur býr í honum, tá Føroyar taptu tepurt við einum máli í undankappingardysti fyri Ukreina.

Stjørnuskotið úr IK Sävehof skeyt heili átta mál í sínum fyrsta A-landsliði, men tað rakk akkurát ikki til meir enn enn eitt tap.

Góð føroysk byrjan

Ukreina legði seg á odda í dystinum, men fagnaðurin var øgiligur, tá Rói Berg Hansen javnaði fyri Føroyar, og so var dysturin veruliga í gongd.

Tórður Guttesen, sum byrjaði inni í málinum, tók trý skot á rað, og so kundi Jónas Djurhuus skjóta tvey í hinum endanum til 3-1.

Tað varð eisini 4-1, men trøini vuksu ikki inn í himmalin, og Ukreina við Vladyslav Dontsov á odda kom sterkt aftur og legði seg á odda 5-4.

So gekk javnt á eina løtu, men Ukreina otaði seg trý mál framum, og Dontsov helt á við sínum dundurskotum.

Sjey dýrir minuttir

Sum hálvleikurin leið, gjørdu føroysku spælararnir ov nógvar villur í álopsspælinum.

Upp á nakrar fáar minuttir tveitti heimaliðið fleiri bóltar burtur, og tað kostaði nógv. Tá góðir 26 minuttir vóru spældir, var ukreinska leiðslan vaksin til 15-9.

Føroyingarnir stríddust hart løtuna fyri steðgin og fingu minkað um munin til 16-11, men allir vóru greiðir yvir, at nógv skuldi til í seinna hálvleiki.

Betri eftir steðgin - Elias flúgvandi

Andrii Akimenko skeyt enn eitt brotskast í málið beint eftir steðgin, og Elias á Skipagøtu, sum fekk sín fyrsta dyst á A-landsliðnum, var óheppin og brendi tvær ferðir á rað í sama álopi.

Peter Krogh skeyt betur og minkaði til 17-12, og beint eftir riggaði hjá Eliasi, sum fyrst snaraði bóltin hegnisliga fram við málverjanum eftir gjøgnumbrot, og síðan skeyt heilt upp í hornið til 18-14.

Nicholas Satchwell, sum kom inn aftur, stongdi málið, og Elias á Skipagøtu spældu seg glóðheitan, og tí tódnaði ukreinska leiðslan spakuliga. Tá eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, var munurin bert tvey mál.

Avgerðin

Ungu spælararnir - Hákun West av Teigum og serliga Elias á Skipagøtu - vóru væl spælandi, men sjálvt ikki Elias megnaði at skjóta brotskast í málið, og tí komu Føroyar ikki nærri enn tvey.

Ikki fyrrenn hálvur annar minuttur var eftir at spæla, tá Helgi Hoydal fekk bóltin inn á strikuna og takkaði fyri. Eitt mál á muni.

Tórður Guttesen tók skotið frá ukreinum, tá teir endiliga fingu í lag at skjóta, og so fingu føroyingarnir ein síðsta kjans at javna. Jónas Djurhuus leyp upp og skeyt diagonalt, men málverjin bjargaði, og dómarin, sum kundi havt givið fríkast, lat ikki við seg koma.

Tí endaði tað við triðja tapinum á rað - eitt tap, sum óivað kendist sera beiskt hjá føroysku spælarunum, sum - enn einaferð - vóru so nær við.

Men um metast skal út frá flúgvandi byrjanin hjá Eliasi á Skipagøtu, er eingin ivi um, at eitt stórt úrslit liggur og bíðar føroyingunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400