Taka ikki undir við uppskotinum um tilfeingisrentu

Taka ikki undir við uppskotinum um tilfeingisrentu
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn siga, at samgongan hevur gjørt politiskan rossahandil við størstu reiðaríini
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn siga, at uppskotið hjá landsstýrinum byggir ikki á nakrar útrokningar um verulig tøl, hvat tilfeingisrentan er
 
18.03.2021 - 14:49

Teir tríggir andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, taka ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um tilfeingisrentu.

Flokkarnir hava nú svarað Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, og Fíggjarmálaráðnum upp á útrokningarnar, sum aðalráðið gjørdi.

Teir vísa á, at uppskotið hjá landsstýrinum byggir ikki á nakrar útrokningar um verulig tøl, hvat tilfeingisrentan er. 

"Politiskur handil"

- Landsstýrið hevur saman við umboðum fyri størstu reiðaríini ásett eitt tilvildarligt prosenttal á fýra fiskasløg/fiskiskap sum eina politiska semju ella "politiskan handil." Tilfeingisgjøldini eru tí mest sannlíkt langt undir veruliga tilfeingisrentuna, ikki minst tá prísirnir eru høgir. Tí kann andstøðan ikki taka undir við uppskotinum, siga  Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn í svarinum til Fíggjarmálaráðið.

Sum minstamark, siga andstøðuflokkarnir, skal veruliga tilfeingisrentan, bygd á verulig tøl og útrokningar, í størstan mun verða tikin inn til landið.

Útlendskur ognarskapur skal takast úr føroyskari fiskiveiði og veiðirættindum.

Og privat keyp og søla av framíhjárættindum at fiska og harvið tilfeingisrentuni skal halda uppat.

Skrivið frá teimum trimum flokkunum kann lesast her

Meiri verður at frætta í tíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053