Uppskotið um veiðigjaldslóg sent til hoyringar

Uppskotið um veiðigjaldslóg sent til hoyringar
Hoyringarfreistin er til 29. mars. Uppskotið skal í løgtingið í hesari tingsetuni
 
23.03.2021 - 06:19

Samgongan sigur, at uppskotið miðar eftir at dagføra skipanina, so veiðigjøldini fylgja gongdini í vinnuni. Veiðigjøldini verða løgd á uppsjóvarfisk, tó ikki á lodnu, og botnfisk í Barentshavinum.

Saman við lógaruppskotinum er tilmælið, sum ein arbeiðsbólkur gjørdi frá september til desember í fjør.

Í arbeiðsbólkinum, sum landsstýrið setti, vóru fólk frá Fíggjarmálaráðnum, Taks, Vørn, Reiðarafelagnum og Nótaskipum.

Vænta at fáa 314 milliónir í 2021

Landsstýrið væntar at fáa 314 milliónir krónur í ár. Tá eru taldar við inntøkur frá trý ára og átta ára rættindum, sum vórðu seld á uppboði í 2018 og 2019.  

Annars eru inntøkurnar mettar at verða 250 milliónir krónur um árið. Av tí at eingin makrelur er fiskaður í ES sjógvi í ár, verður roknað við lægri miðalprísi enn vanligt fyri makrel frá 1. juli 2020 til 30. juni 2021. 

Hetta kann ávirka veiðigjaldsinntøkuna fyri makrel, so hon verður minni í 2021 og 2022. 

Minni gjald til landið

Landsstýrið sigur eisini, at í 2022 fara trý ára rættindi, sum vóru seld í 2019, frá at rinda uppboðssølugjald til at rinda veiðigjald.

Í 2026 og 2027 fara átta ára rættindi, sum vóru seld í 2018 og 2019, frá at rinda uppboðssølugjald til at rinda veiðigjald.

Hetta merkir minni gjald til landið, okkurt um 40 milliónir krónur. Landsstýrið mælir til, at hendan skipanin verður eftirmett í 2025, tað er áðrenn uppboðsølugjøldini frá átta ára loyvunum detta burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449