USA: Ferð komin á flogferðsluna aftur

bannari
USA: Ferð komin á flogferðsluna aftur
Okkurt flogfelag í landinum selur nú líka so nógvar ferðaseðlar, sum undan koronu
 
30.03.2021 - 07:16

Flogferðslan í USA hevur aftur tikið dik á seg. Amerikanska flogfelagið, American Airlines, selur nú næstan eins nógvar ferðaseðlar, sum áðrenn korona rakti.

Ferðaseðlasølan er nú 90 prosent av tí, hon var áðrenn koronu. Flogførini hjá teimum byrja nú eisini at fyllast, og 80 prosent av øllum setrunum eru nú upptikin.

Tað skriva fleiri amerikanskar miðlar. Í fjør misti flogfelagið 56 milliardir krónur. Tað er eftir at fleiri og fleiri amerikanarar eru koppsettir fyri COVID-19, at fólk aftur bíleggja flogferðaseðlar.

Myndugleikarnir boðaðu frá, at sunnudagin var dagurin, tá ið flest ferðafólk vóru í flogfari í meira enn eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053