Liðugt koppsett sleppa nú undan heimauppihaldi

bannari
Liðugt koppsett sleppa nú undan heimauppihaldi
Frá í dag er ikki neyðugt hjá ferðandi, sum kunnu vátta, at tey eru liðugt koppsett, at fara í seks daga heimauppihald, tá tey koma til Føroya
 
01.04.2021 - 12:57

Fyri at verða roknaður sum liðugt koppsett, skulu fólk - umframt tey bæði neyðugu prikini - eisini hava fingið seinasta prikið fyri minst átta døgum síðan.

Tilmælið um seks daga heimauppihald hevur verið galdandi síðan í fjør summar, men 5. mars gjørdi landsstýrið av at fara frá tilmælinum um seks daga heimauppihald fyri liðugt koppsett, og hetta kemur í gildi í dag, 1. apríl.

Tilsamans 4.129 fólk í Føroyum eru nú liðugt koppsett. Hetta svarar til 7,8 prosent av samlaða fólkatalinum, sambært tølum hjá heilsumyndugleikunum á corona.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360