1.150 fólk koppsett hósdagin og fríggjadagin

bannari
1.150 fólk koppsett hósdagin og fríggjadagin
Sjúkrahúsverkið koppsetti teir báðar dagarnar fólk, ið eru 75 ár og eldri
 
12.04.2021 - 10:16

Tilsamans 1.150 fólk í Føroyum vórðu koppsett hósdagin og fríggjadagin, tá Sjúkrahúsverkið koppsetti fólk, sum eru 75 ár og eldri, fyri COVID-19.

Fríggjadagin vórðu 434 fólk koppsett. 410 fingu fyrra prikið og 24 fingu seinna prikið. Hósdagin vórðu 716 fólk koppsett. 700 fingu fyrra prikið og 16 fingu tað seinna.

Nú eru 11.930 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 7.755 hava fingið fyrru koppsetingina og 4.175 hava fingið ta seinnu og eru liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595