Kommunistaflokkurin í Kuba nýggjan leiðara

Kommunistaflokkurin í Kuba nýggjan leiðara
Miguel Díaz-Canel tekur við formanssessinum eftir Raúl Castro. Nýggi floksformaðurin er frammanundan forseti í landinum
Miguel Díaz-Canel er nýggjur formaður í kubanska kommunistaflokkinum
 
20.04.2021 - 09:13

60 ára gamli, Miguel Díaz-Canel, er nýggjur leiðari fyri kubanska kommunistaflokkin. 

Tað skrivar bretska tíðindastovan, BBC. 

Hann tekur við eftir Raúl Castro, sum legði frá sær um vikuskiftið. 

Raúl Castro hevur stjórnað kubanska kommunistaflokkin síðan 2011, tá ið hann tók við eftir bróðurin, Fidel Castro. 

Castro-tíðarskeiðið av

Hetta er fyrstu ferð síðan kommunistisku kollveltingina í 1959, at Kuba verður stýrt av onkrum øðrum enn einum av Castro-brøðunum, Fidel og Raúl Castro.

Miguel Díaz-Canel hevur verið forseti í Kuba síðan 2018, og var av teimum flestu frammanundan mettur at hava bestan møguleika at taka við hægsta embætinum í kommunistaflokkinum. 

Eygleiðarar staðfesta eisini, at valið av Miguel Díaz-Canel er eitt framhald av politisku og búskaparligu kósini hjá Castro-brøðurnum. 

Hann byrjaði sína politisku yrkisleið í staðbundna ungmannafelagnum hjá kommunistaflokkinum í Santa Clara, og arbeiddi seg upp gjøgnum skipanina.

Í 2009 varð hann settur sum ráðharri fyri hægri útbúgvingar, og níggju ár seinni bleiv hann valdur til forseta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970