StÍF er føroyameistari fyri fyrstu ferð

StÍF er føroyameistari fyri fyrstu ferð
Við stórsigri í fullsettu høllini á Skála í fjórðu FM-finaluni tryggjaðu kvinnurnar hjá StÍF sær sítt fyrsta føroyameistaraheiti
Kvinnurnar hjá StÍF hava funnið sítt fyrsta føroyameistaraheiti
 
21.04.2021 - 18:42

Kvinnurnar hjá StÍF vunnu trygt í fjórðu FM-finaluni ímóti Neistanum og kundu saman við stóru áskoðarafjøldini í høllini á Skála fegnast um sítt fyrsta føroyameistaraheiti.

Skála vann FM-heitið í 1991 og 1993, áðrenn kvinnuhondbólturin á vestara armi á Skálafjørðinum varð savnaður í StÍF, og nú er enn ein glæsiligur kapittul skrivaður í søguni hjá felagnum.

Jøvn byrjan

Stóra áskoðarafjøldin var annars vitni til eina javna byrjan, og liðini bæði fylgdust fyrru helvt av fyrra hálvleiki. Eftir tað fór StÍF frá útiliðnum.

Eins og í undanfarnu finalunum fekk StÍF fleiri kontramál, eftir at Momoko Nakamura ferð eftir ferð var neyv við køstunum.

Munurin vaks í seinna hálvleiki

Neistin royndi at minka um munin í seinna hálvleiki, men í staðin vaks hann so líðandi, og bæði á vøllinum og millum viðhaldsfólkini gjørdist alsamt greiðari, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn føroyameistaraheitið var vunnið.

Og tá japanski stórspælarin, Haruka Gima, hóskandi skeyt síðsta málið í dystinum upp á brotskast, var StÍF FM-vinnari, og høllin á Skála var lík einum reyðum og hvítum gleðishavi.

StÍF-Neistin (ítróttarhøllin á Skála)
30-20 (16-11)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329