Træseglskip fáa koronustuðul

bannari
Træseglskip fáa koronustuðul
Løgtingið gjørdi í gjár av at játta koronustuðul til træseglskip
 
30.04.2021 - 11:05

Ein meiriluti í fíggjarnevndini mælti til at víðka uppskotið um koronustuðul til almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg.

Hetta fyri, at træseglskip, sum ikki eru kommunal ogn, og sum ikki verða rikin á vinnuligum grundarlag, eisini skulu fáa koronustuðul.

Løgtingið játtaði tískil 300.000 krónur til stuðul til træseglskip, "sum eru  partur av mentanararvi føroyinga, og hvørs virksemi er minkað munandi vegna støðuna í ferðavinnuni í sambandi við koronu", sum fíggjarnevndin orðar seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025