H-bygningurin: Tørvur á nógvum milliónum aftrat

H-bygningurin: Tørvur á nógvum milliónum aftrat
Fleiri tíggjutals milliónir krónur mugu játtast aftrat áðrenn Landssjúkrahúsið er liðugt útbygt
 
13.05.2021 - 09:58

Hóast løgtingið játtaði næstan 71 milliónir krónur, til at binda bygningarnar á Landssjúkrahúsinum saman, áðrenn tingið fór til hús, so er tørvur á fleiri tíggjutals milliónum krónum aftrat, áðrenn Landssjúkrahúsið er liðugt útbygt.

Tað sæst í álitinum sum Fíggjarnevndin legði fyri løgtingið, áðrenn pengarnir vórðu játtaðir. Nevndin staðåfestir, at hóast tær 71 milliónirnar verða játtaðar, so er verkætlanin ikki liðug, tí í kjallaranum í nýggja H-bygninginum er ætlanin at hava goymslu og parkering. 

Upp á spurning frá nevndini, varð upplýst, at hægru raðfesting av hesum báðum -goymslu og parkering, hevði goymslan, og dentur varð lagdur á, at hon er alneyðug at fáa gjørda. 

Nágreiniligi kostnaðurin ikki tøkur enn

Til spurningin, hvat goymslan og parkeringskjallarin fara at kosta, tá tey vóru liðug, fekk Fíggjarnevndin at vita, at so leingi, sum hesi ikki vóru prosjekterað, bar ikki til at koma við einum nágreiniligum kostnaði. 

Tó fekk nevndin at vita, at tað snýr seg um fleiri tíggjutals milliónir krónur tilsamans, harav goymslan er mett at verða nakað bíligari enn parkeringskjallarin.

Fíggjarnevndin mælir til, at nágreiniliga ætlanin við kjallaranum í nýggja H-bygninginum og samlaði kostnaðurin fyri ætlanina verða tøk skjótast tilber.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423