Íslendska makrelkvotan 141.000 tons

Íslendska makrelkvotan 141.000 tons
Kvoturnar hjá teimum sjey strandarlondunum eru nógv meira tilsamans, enn fiskifrøðingarnar mæla til at fiska
Kvotan, sum strandarlondini hava ásett sær í ár, er tilsamans 1,1 millión tons
 
02.06.2021 - 09:12

Ísland hevur nú eisini ásett sær makrelkvotu fyri 2021.

Kvotan er 140.627 tons.

Greitt er, at kvoturnar hjá teimum sjey strandarlondunum eru nógv meira tilsamans, enn fiskifrøðingarnar mæla til at fiska.

ICES sigur, at ikki er ráðiligt at fiska meira enn 852.000 tons.

Kvoturnar eru góð 1,1 milliónir tons.

Norska kvotan er 298.000 tons, tann russiska góð 120.000 tons, Bretland hevur 222.000 tons, ES 100.000 tons, Grønland 60.000 tons og føroyska kvotan er 167.048 tons.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375