Tingið viðger uppskotið um inntriv í dag

Tingið viðger uppskotið um inntriv í dag
Fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Helga Abrahamsen er á skránni klokkan tíggju. Fakfeløgini hava fund nú klokkan níggju
Jógvan Philbrow, formaður, og Jarvin Feilberg Hansen, fyrrverandi formaður í Pedagogfelagnum, uttan fyri tinghúsið mikudagin, tá uppskotið um inntriv varð lagt fram
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2021 - 08:25

Sambært dagsskránni hjá løgtinginum, fær uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at leingja sáttmálarnar hjá Pedagogfelagnum um ávís størv hjá Almannaverkinum, fyrstu viðgerð í dag klokkan tíggju.

Tá verður mótmælistiltak uttan fyri Tinghúsið.

Fakfeløgini hava fund klokkan níggju.

Í gjár boðaði Pedagogfelagið frá, at allir limir felagsins fara alt fyri eitt aftur til arbeiðis, um Helgi Abrahamsen tekur aftur lógaruppskotið hjá sær. 

Felagið beyð sær til seta verkfallið í bíðistøðu.

Helgi Abrahamsen segði í gjár, at hann hevur ikki samráðingarnar undir hond, og kann tí ikki noyða nakran aftur til samráðingarborðið. 

Men hann legði afturat, at um partarnir taka samráðingarnar upp aftur fyri tingfundin í dag, vil hann biðja løgtingsformannin um at útseta viðgerðina, sum er á skránni í dag. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584