ES og Kina toppfund um handil og Ukraina

ES og Kina toppfund um handil og Ukraina
ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og ES-forsetin, Antonio Costa, hava í morgun hitt kinesiska forsetan, Xi Jinping
Toppfundurin fer serliga at varpa ljós á handilsviðurskifti, kinesiskar vørur og kríggið í Ukraina.
Mynd: Mahesh Kumar A./AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.07.2025 - 08:27

ES og Kina viðgera handilsviðurskifti og kríggið í Ukraina á toppfundi.

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og ES-forsetin, Antonio Costa, hava í morgun hitt kinesiska forsetan, Xi Jinping.

Tað skrivar AFP-tíðindastovan sambært Ritzau.

Toppfundurin fer serliga at varpa ljós á handilsviðurskifti, kinesiskar vørur og kríggið í Ukraina.

Eftir fyrsta fundin, sigur ES-forsetin, Antiono Costa, at Kina skal gera sína ávirkan galdandi í Russlandi og fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

- Sum fastur limur í trygdarráðnum hjá ST, mæla vit Kina til at brúka sína ávirkan at fáa Russland at virða ST-sáttmálan og enda kríggið móti Ukraina, segði hann sambært AFP.

Russland er eisini fastur limur í ST-trygdarráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595