Danmark vann seg í áttandapartsfinaluna

Danmark vann seg í áttandapartsfinaluna
Við einum sannførandi 4-1 sigri, tryggjaði Danmark sær pláss í áttandapartsfinaluni móti Wales
 
21.06.2021 - 22:09

Danska fótbóltslandsliðið í fótbólti hevur havt nógvan mótgang, síðani Christian Eriksen small um við hjartasteðgi í fyrsta EM-dystinum móti Finnlandi. Men í kvøld gekk alt upp í eina hægri eind hjá dønum, sum eru komnir víðari til áttandapartsfinaluna, har teir skulu spæla móti Wales. 

Danmark vunnu seg víðari við einum sannførandi 4-1 sigri á Russlandi. Málini skoraðu Mikkel Damsgaard, Yussuf Poulsen, Andreas Christiansen og Joakim Mæhle. 

Danir skuldu tó brúka eitt sindur av hjálp frá Belgia, sum spældi móti Finnlandi. Leingið stóð tað 0-0 í tí dystinum, men brádliga var stórur fagnaður í Parkini, tá Belgia hevði skorað, og Danmark var frammanfyri 2-0. 

Men so vendist alt upp á ein minutt. Málið hjá Belgia varð kolldømt, og Russland minkaði um munin. 

Donsku leikararnir fullu ikki í fátt, og serliga 3-1 málið hjá Andreas Christensen, sum hamraði bóltin í málið úr 20 metrum, var nakað heilt serligt. Tað var 1-0 málið hjá 20 ára gamla Mikkel Damsgaard eisini. Damsgaard gjørdist yngsti danski málskjúttin til eitt EM nakrantíð, tá hann sera hegnisliga eisini sparkaði bóltin í málið úr 16 metrum. 

Danmark endaði á øðrum plássi í bólkinum, hóast tað sá rættiliga svart út áðrenn dystin. Nú gongur leiðin frá Parkini til Johan Cruyff Arena í Amsterdam, har Danmark skal spæla móti Wales.  

Joakim Mæhle var dagsins maður hjá Danmark. Hann feiraði 4-1 málið við at senda Christiani Eriksen eina heilsan. 10 er nummarið hjá Christiani Eriksen. 

Fagnaður var ovurstórur, tá Andreas Christensen skoraði til 3-1. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815