Rætturin hjá Jenisi at nokta Skúla Scam stuðul staðfestur

Rætturin hjá Jenisi at nokta Skúla Scam stuðul staðfestur
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevði sín fulla rætt til at nokta teknifilmsrøðini "Skúla Scam" filmsstuðul. Tað hevur Løgtingsins umboðsmaður staðfest
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevði rætt til at nokta Skúla Scam filmsstuðul orsakað av málbrúkinum
Mynd: Úr SkúlaScam  
 
08.07.2021 - 11:21

Løgtingsins umboðsmaður (LUM) hevur viðgjørt eina klagu um avgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum at nokta stuðul til filmsverkætlanina “Skúla Scam”, tí landsstýrismaðurin helt, at málbrúkið í filminum var óhóskandi.

Niðurstøðan hjá LUM er greið: Umboðsmaðurin heldur seg ikki hava orsøk at finnast at Jenisi av Rana, landsstýrismanni, sum hevur heimild at gera av hvør, ið fær stuðul

Harvið staðfestir LUM eisini, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevði heimild at ganga ímóti tilmælinum frá óheftu filmsráðgevunum hjá mentamálaráðnum. 

LUM mælir tó Uttanríkis- og Mentamálaráðnum at skipa arbeiðið við filmsstuðlinum betur.

>>Les alla niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Mánadag 21. juli
Morgunlestur mánadagur 21.juli 2025
194744
Nýggjastu sendingar í SV