3229 fólk prikað um vikuskiftið - einans 691 fingu fyrra prikið

3229 fólk prikað um vikuskiftið - einans 691 fingu fyrra prikið
Størsti parturin av teimum, sum vórðu koppsett um vikuskiftið, fingu seinna prikið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.07.2021 - 10:30

3229 fólk vórðu koppsett fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

Tað skrivar corona.fo.

Nógv tann størsti parturin av hesum, vóru fólk, sum fingu seinna prikið. Tey vóru 2538.

691 fólk fingu fyrra prikið teir tríggjar dagarnar.

Nú hava 32.477 fólk fingið fyrru koppsetingina, meðan 24.348 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tað svarar til ávikavist 61, og 45,7 prosent av fólkatalinum í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542