Sjúkrahúsverkið: Koppsett kunnu koma á vitjan

Sjúkrahúsverkið: Koppsett kunnu koma á vitjan
Koppsett kunnu gott vitja innløgd á sjúkrahúsunum, hóast smittutølini í løtuni eru høg, boðar Sjúkrahúsverkið frá
 
13.07.2021 - 17:44

Sjúkrahúsverkið ger nú vart við, at koppsett gott kunnu vitja innløgd á sjúkrahúsunum. 

Smittustøðan í Føroyum í løtuni hevur við sær, at avvarðandi eru varin við at vitja innlagdar sjúklingar á sjúkrahúsunum, skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðuni. 

"Men koppsettir borgarar kunnu framhaldandi vitja sjúklingar. Tó eiga koppsettir borgarar, sum hava verið uttanlands, at bíða eftir úrslitinum frá koronukanningini heimkomudagin, innan vitjað verður á sjúkrahúsinum."

Sjúkrahúsverkið minnir tó á almennu tilmælini um frástøðu og at spritta hendur, meðan vitjað verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025