H71 skal bæði til Noregs og til Norðurmakedonia

H71 skal bæði til Noregs og til Norðurmakedonia
Besta mansliðið hjá H71 skal spæla móti norska liðnum Drammen HK í EHF European Cup kappingini. Kvinnurnar hjá H71 skulu møta WHC Cair-Skopje úr Norðurmakedonia
 
20.07.2021 - 13:53

Lutakast var í dag um, hvussu spælast skal í EHF European Cup í hondbólti.

Bæði menninir og kvinnurnar hjá H71 vóru við í lutakastinum.

Besta mansliðið hjá H71 skal spæla móti norska liðnum Drammen HK í EHF European Cup kappingini.

Kvinnurnar hjá H71 skulu møta WHC Cair-Skopje úr Norðurmakedonia.

H71-menninir koma inn í kappingina í øðrum umfari, og dystirnir móti Drammen skulu eftir ætlan spælast vikuskiftini 16. ella 17. oktober, og so aftur 23. ella 24. oktober.

Kvinnurnar hjá H71 mugu bíða eitt sindur longri eftir at sleppa í altjóða dyst. Teirra dystir móti norðurmakedonska Cair-Skopje skulu eftir ætlan spælast 13. ella 14. november og 20. ella 21. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980