Jóhan á Plógv Hansen spældi allan dystin og skeyt seks mál

Jóhan á Plógv Hansen spældi allan dystin og skeyt seks mál
Danmark vann sín triðja bólkadyst við OL rættiliga lættliga móti Bahrain. Tað merkti tó dystin, at hann varð spældur klokkan 9 um morgunin
Jóhan á Plógv Hansen var flúgvandi móti Bahrain. Seks mál upp á seks royndir
Mynd: Rógvi Langgaard  
 
28.07.2021 - 02:27

Føroyski vongurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, slapp at spæla allan dystin móti Bahrain, tí Lasse Svan sat uttanfyri. 

Og Jóhan á Plógv Hansen tók veruliga av møguleikanum og staðfesti, at hann er klárur at taka plássið frá tí aldrandi Lasse Svan. 

Yvirhøvur spardi Danmark nakrar av heilt stóru profilunum frá byrjan, eitt nú Niklas Landin í málinum og stóru stjørnuna Mikkel Hansen.

 

Spældu klokkan 9 um morgunin
Tað merkti dystin, at hann varð spældur klokkan 9 um morgunin lokala tíð í Tokyo.

Donsku frásøgumenninir hjá DR skemtaðu við, at tað nokk ikki var síðani donsku leikararnir vóru smádreingir, at teir høvdu spælt so tíðliga. 

Danmark byrjaði væl móti lættbeintu Bahrain-spælarunum, og Danmark kom eisini framum 5-1. 

Men so dovnaði danska spælið, og menn byrjaðu at brenna opnar møguleikar og gera feilir. 

Danska verja vísti tó, at hon er í verðinsklassa, tí leikararnir úr Bahrain rendu seg í ein sannan múr. Og komu teir framvið múrinum, so stóð Kevin Møller væl í málinum. 

Jóhan á Plógv Hansen var millum bestu leikararnir í fyrra hálvleiki, tí hann skoraði trý mál, og serliga tvey, ið hann skeyt í tóma málið hjá Bahrain, vóru umráðandi og gjørdu, at Danmark kundi fara til hálvleiks framman fyri við 12-7. 

 

Danmark trumlaði Bahrain niður
Í seinna hálvleiki byrjaði danski venjarin at senda nakrar av stóru kanónunum á vøllin. 

Mikkel Hansen byrjaði at banka bóltarnar í málið, og Mortan Olsen, ið hevur verið skaddur, varð sendur á vøllin. 

Og brádliga sást sera væl, at Danmark er heimsmeistari, meðan Bahrain luttekur í sínum fyrsta OL. Ikki tí, Bahrain hevði givið bæði Svøríki og Portugal skarpan ganga og einans tapt við einum máli móti báðum hesum londunum. 

Javnt og samt fór Danmark longri og longri framum, og til endans minti dysturin meira um ein venjingardyst. Donsku leikararnir dusaðu sær og spældu seg lættliga og ofta hegnisliga ígjøgnum, og skutu ein hóp av málum. 

 

Flott mál
Serliga flott var tað eina málið hjá Magnus Landin. Morten Olsen lyftið bóltin yvir til Jóhan á Plógv Hansen, ið kom flúgvandi frá høgra vongi og loftaði bóltinum í luftini. Men heldur enn at skjóta sjálvur, so spældi Jóhan á Plógv Hansen bóltin av høgra vongi yvir um til vinstra vong, har Magnus Landin kom flúgvandi, ið setti bóltin í málið. 

Danmark vann lættliga 31-21, og Jóhan á Plógv Hansen skeyt seks mál upp á seks royndir, og stóð sera sterkur í myndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012