Súsanna súkklaði seg til silvur

Súsanna súkklaði seg til silvur
Einasta føroyska kvinnan á einkultstarti súkklaði seg til eitt silvursheiðusmerki á øðrum kappingardegnum á oyggjaleikunum.
14.07.2025 - 14:54

Umstøðurnar at súkkla vóru ikki tær bestu, tá kvinnurnar kappaðust í einkultstarti mánadagin.

- Asfaltið var vánaligt, og tað var nógvur vindur, sigur Súsanna Skylv, sum var einasta føroyska kvinnan í kappingini. 

Tað gekk væl hjá Súsonnu, sum megaði at koma á mál við næstbestu tíðini, og hon var fegin eftir kappingina.

- Nú fari eg at hvíla meg væl og fyrireika meg til, at eg skal kappast aftur mikudagin.

Olivia Lett úr Gibraltar gjørdist nummar eitt við tíðini 55:29.6, Súsanna Skylv bleiv nummar tvey við tíðini 56:49.8, og nummar trý bleiv Nicola Valarino eisini úr Gibraltar við tíðini 57:28.2. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329