Pfizer og Moderna hækka prísirnar á koppingarevni

Pfizer og Moderna hækka prísirnar á koppingarevni
Heilivágsfyriøkurnar hava gjørt nýggjan sáttmála við ES um koppingarevni fyri koronu
Fleiri enn 83 prosent av dønum eru koppsett við Pfizer.
 
02.08.2021 - 08:18

Heilivágsfyritøkurnar, Pfizer og Moderna, hækka nú prísin á koppingarevni fyri koronu.

Tað sæst í nýggju sáttmálunum, sum heilivágsfyritøkurnar hava gjørt við ES um koppingarevni, skrivar Financial Times.

Ein skamtur av koronukoppingarevni frá Pfizer kostar nú 145 krónur, ella 290 krónur fyri bæði prikini.

Koppingarevnið frá Moderna kostar 160 krónur fyri skamtin.

Pfizer og Moderna í Danmark

Danmark brúkar Pfizer og Moderna í síni koppsetingarætlan. 4,2 milliónir danir hava fingið fyrra prikið, og 3,2 milliónir eru liðugt koppsett. 

Fleiri enn 83 prosent eru koppsett við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech.

Í Føroyum verður burturav koppsett við Pfizer/BioNTech.

Í mai boðaði ES frá, at tey vænta at fáa tilsamans eina milliard skamtar av koppingarevni fyri koronu, m.a. frá Pfizer og Moderna. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334