Beinta verður forkvinna í Mentanarnevndini

Beinta verður forkvinna í Mentanarnevndini
Nevndin hevur fund í morgin, har hon fer at umskipa seg
Beinta Løwe avloysir Djóna Nolsøe Joensen sum forkvinna í Mentanarnevndini.
 
17.08.2021 - 09:22

Beinta Løwe verður nú forkvinna í Mentanarnevndini hjá løgtinginum.

Nevndin hevur fund í morgin, har hon fer at umskipa seg.

Djóni Nolsøe Joensen hevur verið formaður síðani valið í 2019.

Men Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin gjørdu ta avtalu tá, at Javnaðarflokkurin skuldi eiga formannin fyrra partin av valskeiðinum og Tjóðveldi seinna partin.

Eisini vaktarskifti í Vinnunevndini

Í Vinnunevndini hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eisini avtalu um at býta formanssessin millum sín.

Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi er forkvinna nú. 

Men antin Bjarni Hammer ella Henrik Old taka við, tá valskeiðið er komið í helvt. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339