Dystast um fyrsta plássið í bólkinum

Dystast um fyrsta plássið í bólkinum
U19-hondbóltslandsliðið hjá Føroyum spælir seinnapartin ímóti Kekkia í dysti, sum avger, hvat av londunum endar fremst í bólkinum í EHF Championship-kappingini
U19-landsliðið við monnum vann fyrsta dystin 40-25 ímóti Bulgaria
 
19.08.2021 - 16:17

Føroyar spæla  seinnapartin ímóti Kekkia í EHF Championship-kappingini. Vinnarin av dystinum endar fremst í bólkinum.

Bæði Føroyar og Kekkia vunnu við 15 málum ímóti triðja liðnum í bólkinum, Bulgaria, so hugsast kann, at dysturin í dag verður spennandi, skrivar hondbóltssambandið á facebook.

Dysturin er avgerandi fyri, hvør skal møta hvørjum í hálvfinalunum, sum verða spældar leygardagin. Í hinum bólkinum eru Hvítarussland, Litava, Slovakia og Finnland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334