Kunngera skjøl um yvirgangsatsóknina 11. september

Kunngera skjøl um yvirgangsatsóknina 11. september
Joe Biden, forseti, sigur, at hann fer at halda lyftið, sum hann gav undir valstríðnum
Joe Biden, forseti, er undir trýsti frá teimum 3.000 avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í yvirgangsatsóknini.
 
04.09.2021 - 15:19

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur givið løgmálaráðnum og øðrum myndugleikum boð um at gjøgnumganga loynilig skjøl hjá samveldisløgregluni FBI um yvirgangatsóknina 11. september í 2001.

20 ár eftir yvirgangsatsóknina ætlar forsetin at lata almenningin sleppa at síggja skjølini, sum hann lovaði í valstríðnum upp undir forsetavalið, verður sagt úr Hvítu húsunum.

Joe Biden hevur leingi verið undir trýsti frá avvarðandi hjá teimum umleið 3.000 fólkunum, sum doyðu í yvirgangsatsóknini 11. september 2011.

Saudiarabia uppií

Tey hava leingi kravt at fáa skjølini almannakunngjørd, tí skjølini kunnu prógva, at saudiarabiskir myndugleikar vóru uppi í yvirgangsatsóknini, siga tey avvarðandi.

Saudiarabia hevur víst aftur, at tað hevði nakað við yvirgangsatsóknina at gera.

Skjølini verða leysgivin í stigum, og seinastu skjølini verða almannakunngjørd um eitt hálvt ár, eru boðini úr Hvítu húsunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558