Óvanliga fáir tryggingarskaðar fyrra hálvár

Óvanliga fáir tryggingarskaðar fyrra hálvár
Talan er um besta hálvársúrslit hjá Betri trygging síðan 2009
 
15.09.2021 - 09:01

Óvanliga fáir tryggingarskaðar vóru fyrra hálvárið í ár.

Hetta ger, at úrslitið hjá Betri Trygging er nógv betri í ár enn í fjør.

Úrslitið fyri skatt er 63 milliónir krónur í ár. Tað var átta milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.

Skaðaendurgjaldið er 106 milliónir krónur í ár. Tað var 190 milliónir krónur í fjør. 

Skaðatalið er 5.124 í ár. Tað var 7.227 í fyrra hálvári í fjør.

Inntøkurnar eru eisini størri í ár. Tryggingarinntøkur eru 218 milliónir krónur. Tær vóru 214 milliónir krónur.

Ikki síðani 2009 hevur hálvársúrslitið verið so gott hjá Betri trygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025