Týskland: Russar leggja seg út í valið

Týskland: Russar leggja seg út í valið
Ein talskvinna fyri týska uttanríkisráðið sigur, at russiskir teldusníkar breiða skeiv tíðindi millum fólk
Angela Merkel, samveldiskanslari, og Vladimir Putin, forseti. Týskland sigur nú, at russiskir teldusníkar royna at órógva valið til samveldistingið, sum verður sunnudagin.
 
24.09.2021 - 09:09

Sunnudagin verður val til týska samveldistingið, og áhugin fyri valinum er stórur, tí Angela Merkel, samveldiskanslari stillar ikki upp aftur.

Týskland skuldsetur Russland fyri at leggja seg út í valið til samveldistingið. Tað verður gjørt við at teldusníkar royna at taka tilfar frá týsku politikarunum, og breiða so skeiv tíðindi millum fólk, skrivar NTB.

Talskvinnan í týska uttanríkisráðnum, Andrea Sasse, sigur, at bólkurin av teldusníkum, sum virkar undir navninum Ghostwriter, hevur roynt at koma inn á heimasíðurnar hjá týskum politikarum, og at tann gongdin hevur staðið við í eina tíð.

Royna at fáa fatur á loyniorðum

Teldusníkarnir skulu m.a. hava roynt at fáa fatur á loyniorðum hjá fólkavaldu politikarunum, bæði í høvuðstaðnum og kring landið.

Sambært Sasse, er illgruni um, at fólkini, sum skipa fyri álopunum, eru tætt knýtt at russiska statinum, og serliga at russisku hernaðarligu fregnartænastuni, GRU.

Andrea Sasse sigur, at týska stjórnin sigur ágangin vera til vanda fyri trygdina í Týsklandi og fyri demokratiskar avgerðir hjá stjórnini.

Gongdin kann koma samstarvinum ímillum Týskland og Rusland aftur um brekku, sigur talskvinnan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Leygardag 24. mai
Vikan 24. mai 2025
192323
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266