Landslæknin skal hava løgfrøðing

Landslæknin skal hava løgfrøðing
Umsóknarfreistin er úti í dag
Millum annað skal løgfrøðingurin vera við, tá avgerðir verða tiknar um, hvussu heilsustarvsfólk skulu revsast.
 
19.10.2021 - 09:00

Freistin at søkja um starvið sum løgfrøðingur hjá landslæknanum er úti í dag.

Setanarsamrøður vera í næstu viku.

Fyrsti løgfrøðingurin hjá landslæknanum í Føroyum skal hjápa heilsufakliga eftirlitinum við stovnum og starvsfólkum í heilsuverkinum, bæði tí almenna og tí privata, løgfrøðiliga.

Millum annað skal løgfrøðingurin vera við, tá avgerðir verða tiknar um, hvussu heilsustarvsfólk skulu revsast.

Løgfrøðingurin skal eisini koma við ráðum um rættarstøðuna hjá sjúklingum. 

Ætlanin er eisini at gera eina fráboðanarskipan um ótilætlaðar hendingar í føroyska heilsuverkinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717