Óli Mittún skoraði 14 mál móti Noregi

Óli Mittún skoraði 14 mál móti Noregi
U18-hondbóltslandsliðið við monnum vann ein spennandi venjingardyst móti Noregi 32-29 í Høllini á Hálsi í dag. Óli Mittún skoraði heili 14 mál
Stórtalentið Óli Mittún skoraði 14 mál móti norska U18-landsliðnum í hondbólti
 
06.11.2021 - 19:43

Tað grør um gangandi fót í føroyskum hondbólti, og tað staðfesti føroyska U18-landsliðið við monnum í dag. 

Noreg var á vitjan til ein venjingardyst, og tað endaði við einum 32-29 sigri til Føroyar. Hálvleiksstøðan var 17-15. 

Heilt stóri spælarin hjá Føroyum var stórtalentið, Óli Mittún, sum skoraði heili 14 mál. 

Hini málini skoraðu Rókur Ziskason 5, Sofus í Selvindi 4, Isak Vendelsbøl 4, Óla Jákup Olsen 3, Tóki Fríðriksson 1 og Rói Hjaltason Seyer 1. 

Her er U18-landsliðið, ið vann. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858