Vindmylla á Nesi illa farin

Vindmylla á Nesi illa farin
Ein vindmylla hjá SEV, ið stendur í Neshaga, er illa farin í ringa veðrinum í nátt
Vindmyllan hjá SEV í Nes haga er illa farin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2021 - 09:37

Enn er ikki greitt, hví ein vindmylla hjá SEV í Neshaga fekk stóran skaða, í nátt. 

Vindmyllan, sum hevur fingið skaða, er hin elsta í Neshaga.

SEV skrivar á heimasíðuni, at toran hevur gingið í nátt, men at tað ikki hevur havt ávirkan á steymveitingina. Einki verður tó nevnt um vindmylluna. 

SEV skrivar:

"Illveðrið í nátt hevur ikki ávirkað streymveitingina hjá SEV. Men tá toran gongur sum í nátt, kunnu snarljós ávirka streymin lokalt. Tvs. at rele kunnu sláa frá av snarljósinum, tó at tað ikki slær niður í húsini," skrivar SEV á heimasíðuni, sum tó einki nevnir um vindmylluna. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672