WHO: Vita meira um omikron um nakrar dagar

WHO: Vita meira um omikron um nakrar dagar
Enn er ógreitt, hvussu illa omikron smittar, samanborið við onnur sløg av koronu
Maria van Kerkhove er smittufrøðingur hjá WHO.
Mynd: Time Magazine  
 
02.12.2021 - 08:45

Heimsheilsustovnurin, WHO, væntar um nakrar dagar at vita, hvussu illa omikron-frábrigdið av korona smittar, skrivar Ritzau.

Tað sigur smittuserfrøðingurin hjá heimsheilsustovninum, Maria Van Kerkhove.

Tað er fyribils ógreitt, hvussu illa omikron-frábrigdið smittar, samanborið við onnur sløg av koronu, sum eitt nú delta.

Tað er eftir at fáa greiði á, samstundis sum neyðugt er at fáa greiði á, hvussu koppingarevnið ávirkar omikron-frábrigdið, sigur hon.

Koppingarevni bítir á

Granskarin hjá WHO, Soumya Swaminathan, sigur, at útlit eru fyri, at koppingarevnið eisini hjálpir fyri omikron. Men tey, sum selja koppingarevni, siga, at tað fer at taka einar tvær vikur at fáa greiði á.

Í farnu viku metti WHO, at tað fór at taka fleiri vikur.

Og í farnu viku metti heimsheilsustovnurin eisini, at omikron-frábrigdið kundi vera vandamikið, og tað var fimta frábrigdið, sum heimsheilsustovnurin segði seg ivast í.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327