Eysturríki skal aftur hava nýggjan kanslara

Eysturríki skal aftur hava nýggjan kanslara
Alexander Schallenberg, sum hevur verið fyribils kanslari, er ikki sinnaður at halda fram.
Alexander Schallenberg er ikki sinnaður at halda fram sum kanslari í Eysturríki.
Mynd: RitzauScanpix  
 
03.12.2021 - 15:41

Eysturíki skal aftur hava ein nýggjan kanslara.

Alexander Schallenberg, sum tók við, tá Sebastian Kurz legði frá sær í oktober í sambandi við mutursákærur, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann fer eisini at leggja frá sær og fer ikki at stilla upp til at gerast floksformaður í leiðandi konservativa flokkinum í Eysturríki eftir Kurz.

Tað gjørdist tískil ein sera rokmikil dagur hjá politisku leiðsluni í Eysturríki í gjár, eftir at Kurz eisini hevði boðað frá, at hann gevst heilt í politikki og sum formaður í konservativa flokkinum.

- Eg haldi, at stjórnarleiðarin og leiðarin í størsta politiska flokkinum eigur at vera sami persónur. Tí leggi eg frá mær, so skjótt avgerðin er tikin í konservativa flokkinum, um hvør skal vera formaður, segði Alexander Schallenberg í gjárkvøldið

Og nýggi kanslarin verður eftir øllum at døma núverandi innanríkisráðharrin, Karl Nehammer.

Leiðslan í konservativa flokkinum samdist í gjárkvøldið um at biðja Nehammer taka við sum formann, og sostatt eisini kanslara.

Alt bendir á, at Karl Nehammer, innanríkisráðharri, verður nýggjur kanslari. (Mynd: RitzauScanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189