Árni og Heidi ársins spælarar

Árni og Heidi ársins spælarar
Árni Frederiksberg úr KÍ og Heidi Sevdal úr NSÍ fingu heiðurin sum ársins spælarar í fótbólti á galla, sum FM1, Miðlahúsið og FSF skipaðu fyri í gjár
Heidi Sevdal og Árni Frederiksberg eru ársins fótbóltsspælarar
 
10.12.2021 - 16:06

Árni Frederiksberg úr KÍ og Heidi Sevdal úr NSÍ eru ársins fótbóltsspælarar 2021.

Tað varð greitt á fótbóltsgalla, sum FM1, Miðlahúsið og FSF skipaðu fyri í gjárkvøldi.

Tað var á ongan hátt óvæntað, at júst tey bæði fóru avstað við størsta heiðrinum. Árni Frederiksberg hevur lyft sítt spæl til nýggjar hæddir eftir skiftið til KÍ undan heum kappingarárinum, skeyt 10 mál og legði upp til ikki minni enn 25, sambært bolt.fo. Afturat hesum vann hann saman við liðfeløgunum eisini føroyameistaraheitið á sannførandi hátt. Árni Frederiksberg gjørdist eisini ársins miðvallari.

Heidi Sevdal hevur eisini spælt væl í ár fyri NSÍ, sum endaði á øðrum plássi. Landsliðsmiðvallarin skeyt ikki færri enn 33 mál, og varð eisini vald til ársins áleypari.

Mikkjal og Poul ársins venjarar

Venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, varð valdur til ársins venjara hjá monnum og Poul N. Poulsen fekk sama heiður í Betri-deildini við kvinnum. KI-venjarin leiddi klaksvíkingar til eitt at teimum mest sannførandi FM-heitunum í nýggjari tíð, meðan Poul N. Poulsen stýrdi NSÍ-kvinnunum til annað plássið í kappingini aftanfyri KÍ.

Fleiri aðrar virðislønir vórðu latnar, og tær síggjast niðanfyri:

Ársins spælari, kvinnur
Heidi Sevdal, NSÍ

Ársins spælari, menn
Árni Frederiksberg, KÍ

Ársins ungi spælari, kvinnur
Rakul Sørensen, Víkingur

Ársins ungi spælari, menn
Geza David Turi, Víkingur

Ársins málverji, kvinnur
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Ársins málverji, menn
Mathias Brinch Rosenørn, KÍ

Ársins verjuspælari, kvinnur
Rakul V. Magnussen, EBS/Skála

Ársins verjuspælari, menn
Odmar Færø, KÍ

Ársins miðvallari, kvinnur
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur

Ársins miðvallari, menn
Árni Frederiksberg

Ársins áleypari, kvinnur
Heidi Sevdal, NSÍ

Ársins áleypari, menn
Mikkel Dahl, HB

Ársins landsliðsspælari hjá monnum
Klæmint Andrasson Olsen

Ársins venjari, kvinnur
Poul N. Poulsen, NSÍ

Ársins venjari, menn
Mikkjal Thomassen, KÍ

Ársins dómari, kvinnur
Høgni Madsen

Ársins dómari, menn
Petur Reinert

Ársins toppskjútti, kvinnur
Heidi Sevdal, NSÍ

Ársins toppskjútti, menn
Mikkel Dahl, HB

Árisns lið 2021, kvinnur
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ; Rakul Magnussen, EBS/Skála, Ragna B. Patawary, KÍ, Birita Ryan, KÍ, Durita Hummeland, KÍ; Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur, Sanna Svarvadal, KÍ, Ansy S. Jakobsen, NSÍ; Lea Lisberg, EBS/Skála, Heidi Sevdal, NSÍ, Hervør Olsen, KÍ

Ársins lið 2021, menn
Mathias Brinch Rosenørn, KÍ; Jóannes K. Danielsen, KÍ, Odmar Færø, KÍ, Heini Vatnsdal, KÍ, Daniel Johansen, HB; Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Deni Pavlovic, KÍ, Jákup B. Andreasen, KÍ, Árni Frederiksberg, KÍ; Mikkel Dahl, HB, Páll A. Klettskarð, KÍ.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604