Keyparin skal nú vátta, at hann er skikkaður at keypa fastogn

Keyparin skal nú vátta, at hann er skikkaður at keypa fastogn
Tey, sum nú keypa fasta ogn í Føroyum, skulu vátta undir revsiábyrgd, at tey halda lógina, tá tey tinglýsa keypið
Tilvildarlig savnsmynd
 
21.12.2021 - 06:43

Ognarheimildarskjøl, tað eru skeyti, ognarbrøv og skiftirættarváttanir, skulu nú hava eina váttan um, at keyparin heldur lógina um at keypa fastogn, sum kom í gildi 11.desember.

Lógin sigur, at bara fólk, sum hava fastan bústað í Føroyum ella áður hava búð í Føroyum í samanlagt fimm ár, og
danskir ríkisborgarar, sum hava búð í ríkinum í samanlagt fimm ár, kunnu keypa fasta ogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.

Feløg og onnur løgfrøðilig fólk, sum hava høvuðssæti í Føroyum, kunnu eisini keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum.

Tey, sum nú keypa fasta ogn í Føroyum, skulu vátta undir revsiábyrgd, at tey halda lógina, tá tey tinglýsa keypið.

Umhvørvisstovan sigur, at er slík váttan ikki í ognarheimildarskjalinum, verður tað burturvíst.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472