Trý av fýra í Bretlandi herða koronuavmarkingarnar

Trý av fýra í Bretlandi herða koronuavmarkingarnar
Skotland, Wales og Norðurírland herða koronuavmarkingarnar, ímeðan England ikki hevur sett strangari tiltøk í verk enn, hóast góðir 122.000 tilburðir vóru jólaaftan
Í Englandi eru koronutiltøkini ikki herd enn, hóast stjórnin er undir trýsti
Mynd: Tolga Akmen/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.12.2021 - 13:52

Skotland, Wales og Norðurírland seta nú nýggjar koronuavmarkingar í gildi fyri at tálma smittuni.

Í Englandi hevur forsætismálaráharrin, Boris Johnson, ikki kunngjørt strangari tiltøk enn, hóast góðir 122.000 tilburðir av Covid-19 vórðu staðfestir í Englandi jólaaftan, skrivar BBC.

Nýggju avmarkingarnar snúgva seg millum annað um mark fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast bæði innan- og uttandura, og raka millum annað ferða- og frítíðarvinnuna.

Í Skotlandi kunnu nú bert 100 savnast innandura til tiltøk, har fólk standa, meðan 200 kunnu savnast innandura, um tey sita. Uttandura kunnu nú 500 vera saman.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947