Árni Skaale og Sólvit Nolsø í landsstýrið fyri Fólkaflokkin

Árni Skaale og Sólvit Nolsø í landsstýrið fyri Fólkaflokkin
Fólkaflokkurin hevur valt at innstilla Árna Skaale sum landsstýrismann í fiskvinnnumálum, og Sólvit Nolsø sum landsstýrismann í almannamálum.
Her eru nýggju landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum
 
05.01.2022 - 23:06

Fólkaflokkurin boðar í tíðindaskrivi í kvøld frá, at flokkurin hevur valt at innstilla Árna Skaale sum landsstýrismann í fiskvinnnumálum, og Sólvit Nolsø sum landsstýrismann í almannamálum.

Teir avloysa ávikavist Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Árni Skaale

Árni Skaale er 55 ára gamal og býr í Klaksvík.

Hann er giftur Halldis á Grønastøð og tey eiga tey trý børn.

Árni er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og seinastu árini 22 árini, hevur hann verið stjóri á fyritøkuni Looknorth í Klaksvík.

 

Sólvit Nolsø

Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø og tey eiga trý børn.

Sólvit Nolsø er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum tíðindamaður, millum annað í Kringvarpi Føroya. 

Síðan apríl í fjør, hevur hann verið í starvi sum skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858