Tíggjutals mótmælisfólk dripin í Kasakstan

Tíggjutals mótmælisfólk dripin í Kasakstan
Herurin er komin inn í størsta býin i landinum og skjýtur frá hond
Ógvisligur ófriður er í Kasakstan, og forsetin hevur biðið um hjálp uttanlands.
Mynd: RitzauScanpix  
 
06.01.2022 - 09:14

Rættiligur ófriður er brostin á í Kasakstan í morgun, og sambært fronsku tíðindastovuni, AFP, sum endurgevur løgregluna, eru fleiri tíggjutals mótmælisfólk dripin í gøtunum í størsta býnum, Almaty, í morgun, skrivar NRK.

Hetta er triði dagurin, at fólk í Kashakstan mótmæla, at stjórnin hevur hækkað prísin á bensini, diesel og gassi.

Reuters skrivar, at herurin er komin inn í miðbýin í Almaty, og har verður skotið frá hond.

Fleiri miðlar skriva, at fleiri mótmælisfólk lógu eftirá, tá tey royndu at taka seg inn í ein bygning í miðbýnum, og at hermenn skutu eftir teimum.

Í nátt royndu nógv víðgongd at taka týðandi stjórnarbygningar í Almaty, men herurin forðaði tí, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Saltanat Azirbek við Interfax.

 

Forsetin biðið um útlendska hjálp

Forsetin í Kasakstan, Karrym-Jomart Tokajev, segði í eini røðu í gjárkvøldið, at landið hevur biðið um hjálp úr londunum í verjusamgonguni, CSTO, til tess at tryggja lóg og landaskil og at berja yvirgangin niður, sum hann málbar seg.

Í verjusamgonguni,CSTO, er Russland størsta landið. Hini londini eru: Kasakstan, Armenia, Hvítarussland, Kirgisistan og Tadsjikistan.

Ein talsmaður fyri russiska forsetan, Vladimir Putin, sigur, at Kasakstan klárar at loysa sínar egnu trupulleikar, og at einki annað land eigur at leggja uppí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025