WHO: Ov tíðliga at siga, at COVID er krímsjúka

WHO: Ov tíðliga at siga, at COVID er krímsjúka
Spanskir myndugleikar siga, at tá henda smittubylgjan hevur lagt seg, verður tilbúgvingin broytt.
 
11.01.2022 - 14:39

Tað er ov tíðliga at siga, at COVID-19 er ein vanlig krímsjúka.

Tað er boðskapurin frá WHO, eftir at Spania í gjár boðaði frá, at tá hendan smittubylgjan hevur lagt seg, ætla tey at fara frá verandi tilbúgving og síggja COVID-19 sum eina vanliga krímsjúku.

- Tað er framvegis ein stór óvissa, og eitt virus, sum kann broyta seg sera skjótt og koma við nýggjum avbjóðingum. Tískil eru vit framvegis ikki komin hagar, at vit kunnu kallaCOVID-19 fyri eina endemiska sjúku, sigur tilbúgvingarleiðarin í WHO í Evropa, Catherin Smallwood.

Tá ein sjúka er endemisk, heldur enn pandemisk, merkir tað, at smittan er støðug, og altíð er í samfelagnum, men á einum lágum stigi, sum eitt nú ein vanlig krímsjúka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375