Kendur danskur landsliðsleikari skal venja 07 Vestur

Kendur danskur landsliðsleikari skal venja 07 Vestur
Michael Schjønberg, sum er fyrrverandi danskur landsliðsleikari og týskur meistari við FC Kaiserslautern, skal venja 07 Vestur næstu tvey árini
Michael Schjønberg skal venja 07 Vestur næstu tvey árini
 
12.01.2022 - 23:01

Eftir kappingarenda í fjør frættist, at 07 Vestur ikki ætlaði sær einki í ár, tí felagið hevði tryggjað sær tveir so mikið dugnaligar leikarar sum Jasper Van Der Heyden og Ronnie Møller Iversen til 2022-kappingarárið. 

Nú kann eingin vera í iva um, at 07 Vestur ætlar sær okkurt, tí felagið hevur júst tryggjað sær, at kendi danski fótbóltsprofilurin, fyrrverandi landsliðsbakkurin Michael Schjønberg, verður nýggjur høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.

Og sambært 07 Vestur, so hevur Michael Schjønberg, ið kemur til felagið um eina viku, ynskt at gera eina tvey ára sáttmála við felagið. 

 

Ikki Hr. Hvør-sum-helst

Michael Schjønberg er ikki Hr. Hvør-Sum-Helst, tí hann hevur eina drúgva lívsleið í fótbólti við góðum úrslitum sum spælari, venjari og ítróttarstjóri í donskum og týskum fótbólti.

Michael Schjønberg var virkin í fótbólti á hægsta stigi í 14 ár.

Hann er ættaður úr Esbjerg og spældi við besta liðnum hjá Esbjerg frá 1987 til 1990. Árini 1990-1994 spældi hann við Hannover 96 í næstbestu týsku deildini, áðrenn hann í 1994 skifti aftur til danskan fótbólti og OB, har Schjønberg millum annað var við í víðagitna 2-0 sigrinum á Real Madrid á Estadio Santiago Bernabéu í Madrid. 

Michael Schjønberg endaði sína lívsleið sum fótbóltsspælari á hægsta stigi í týska FC Kaiserslautern, har hann spældi árini 1996-2001. Í FC Kaiserslautern var Michael Schjønberg við til at skriva søgu, tá felagið vann týska meistaraheitið í 1998. 

 

44 landsdystin

Michael Schjønberg var eisini fastur fúsur á danska landsliðnum frá 1995 til 2000, og er hann skrásettur fyri 44 landsdystir fyri Danmark. Hann var bakkur, men skeyt kortini trý mál fyri danska landsliðið og var við á danska landsliðnum, sum spældi seg í fjórðingsfinaluna til HM í Fraklandi í 1998. Men hann var eisini við í EM 1996 og 2000.

Í 2017 var danska Fodboldministeriet, við millum øðrum Lars Jacobsen, og vitjaði Michael Schjønberg og gjørdi ein longri podcast um donsku landsliðslegenduna, sum nú skal venja 07 Vestur. 

 

Vænta sær nógv av venjaranum

Leiðslan í 07 Vestur væntar sær nógv av nýggja venjaranum, sum hevur venjararoyndir úr bæði donskum og týskum fótbólti. Millum annað hevur hann vant Herfølge og verið bæði hjálparvenjari og eitt stutt skifti høvuðsvenjarin hjá Hannover 96. Michael Schjønberg var eisini eitt stuttt skifti ítróttarstjóri í 1. FC Kaiserslautern. 

Seinastu tíðina hevur Schjønberg verið venjari í Vendsyssel IF, har hann í fjør summar fekk tilboð um at leingja sáttmálan við tveimum árum, men segði nei takk.

- Vit halda, at hann hevur júst tað í viðførinum, vit sóknast eftir. Øll vit rundan um 07 Vestur eru glaðir amatørar, ið arbeiða sjálvboðið, tí vit hava áræði og áhuga í at menna fótbóltin her vesturi. Men vit vita, at um vit, sum frá líður, skulu røkka upp í toppin í bestu deildini – og tað er avgjørt málið – so skal meira professionalisma til. Michael Schjønberg hevur eina stórsligna søgu, fyrst sum toppfótbóltsspælari í Danmark og Týsklandi og síðan sum venjari og ítróttarstjóri við stak góðum úrslitum. Hann hevur júst teir eginleikarnar, sum vit ynskja okkum, bæði tá tað snýr seg um at menna sjálvan fótbóltin í felagnum, og ikki minni, tá tað kemur til alt rundan um felagið, alt tað organisatoriska. Tí vit eru greið yvir, at skal 07 Vestur veruliga fáa fótafesti og verða eitt av sjálvsøgdu liðunum í bestu føroysku fótbóltsdeildini, so má alt liðið stýrast professionelt, organisatoriskt eins væl og ítróttarliga, sigur Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010