Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum í tølum

Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum í tølum
Hanus Joensen hevur spælt flestar landsdystir á hondbóltslandsliðnum og skotið flest mál, og higartil hava vit tapt allar dystirnar móti Italia
Nú ber til at kava niður í nøkur hagtøl um landliðið við monnum gjøgnum tíðirnar
 
14.01.2022 - 11:06

Føroyska manslandsliðið hevur hevur spælt 12 ferðir móti Luksemborg, og hevur vunnið fimm ferðir, meðan liðið seks ferðir er farið av vøllinum við tapi, Málúrtøkan er 280 mál fyri og 301 ímóti. 

Hetta sæst millum annað í hagtølum, sum feðgarnir Niels "Natte" og Ásbjørn Nattestad hava savnað saman um manslandsliðið í hondbólti, nú liðið skal spæla HM-undankapping í Høllini á Hálsi um vikuskiftið. 

 

Sjey dystir og sjey tap móti Italia

Meðan lagt er upp til javnar dystir móti Luksemborg og Lettlandi, sum vit higartil hava staðið okkum væl ímóti, so hava føroysku hondbóltsmenninir spælt sjey landsdystir móti Italia millum ár og dag, og teir hava tapt allar. 

Luksemborg: 12 dystir, 5 sigrar, 6 tap, málmunur 280-301
Italia: 7 dystir, 7 tap, málmurnur 147-179
Lettland: 1 dystur, 1 tap, málmunur 30-22

Føroyar hava higartil spælt 13 HM-undankappingardystir, og higartil hava vit bert vunnið ein, meðan 12 eru taptir. 

HM-undankapping: 13 dystir, 1 sigur, 12 tap, málmunur 305-453
Dystir í 2021: 5 dystir, 1 sigur, 4 tap, málmunur 140-164

Hanus Joensen

Frítekst tagging: 

Hanus Joensen eigur enn nógv met á landsliðnum. 

 

Flestar landsdystir:
Hanus Joensen, 60 dystir
Hans Áki Dal-Christiansen, 53 dystir
Ingi Olsen, 47 dystir
Tróndur Jónsson Kragesteen, 45 dystir
Heini Hanusarson, 43 dystir
Rókur Akralíð, 42 dystir
Sverri Jacobsen, 40 dystir
Sámal Joensen, 39 dystir
Egil Johansen, 39 dystir
Birgir Hansen, 37 dystir

 

Flest mál:
Hanus Joensen, 250 mál
Heini Hanusarson, 204 mál
Kári Mortensen, 193 mál
Ingi Olsen, 162 mál
Sámal Joensen, 130 mál
Peter Krogh, 117 mál
Egil Johansen, 107 mál
Sverri Jacobsen, 102 mál
Hans Áki Dal-Christiansen, 97 mál
Tróndur Jónsson Kragesteen, 93 mál

 

Longst á landsliðnum:
1. Hanus Joensen 21 ár, 3 dagar
2. Ingi Olsen 20 ár, 9 mðr, 3 dagar
3. Rókur Akralíð 17 ár, 24 dagar (fríggjadagin, 26 dagar sunnudagin)

 

Elst á landsliðnum:
1. Hanus Joensen, 41 ár, 9 mðr, 1 dag
2. Ingi Olsen 40 ár, 5 mðr, 15 dagar
3. Petur Sigurð Rasmussen 36 ár, 8 mðr, 1 dag
7. Rókur Akralíð 34 ár, 11 mðr, 10 dagar

 

Rókur Akralíð er í løtuni aldursforsetin á annars unga og evnaríka føroyska hondbóltslandsliðnum. 

 

Elst í núverandi hópi:
1. Rókur Akralíð, 34 ár
2. Filip Jojic, 33 ár
3. Peter Krogh, 31 ár
4. Nicholas Satchwell, 30 ár
5. Nicklas Selvig, 29 ár

 

Yngst í núverandi hópi:
1. Pauli Jacobsen, 19 ár
2. Elias Ellefsen á Skipagøtu, 19 ár
3. Pauli Mittún, 19 ár
4. Hákun West av Teigum, 19 ár
5. Tróndur Mikkelsen, 21 ár

 

 

Flestar dystir í núverandi hópi:
1. Rókur Akralíð, 42 dystir
2. Peter Krogh, 27 dystir
3. Jónas Gunnarson Djurhuus, 22 dystir
3. Kjartan Johansen, 22 dystir
5. Helgi Hildarson Hoydal, 20 dystir

 

Flest mál í núverandi hópi:
1. Peter Krogh, 117 mál
2. Jónas Gunnarson Djurhuus, 70 mál
3. Rókur Akralíð, 60 mál
4. Kjartan Johansen, 56 mál
5. Nicklas Selvig, 48 mál

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012