Jóhan á Plógv Hansen: Gott at vera við aftur

Jóhan á Plógv Hansen: Gott at vera við aftur
Nógv bendi á, at ein skaði hevði spilt EM-endaspælið fyri Jóhan á Plógv Hansen, men tá avloysarin, Hans Lindberg, fekk koronu, fekk vongurin aftur kjansin og tók av
Jóhan á Plógv Hansen tosar við TV2 Sport eftir dystin ímóti Hollandi
 
26.01.2022 - 09:33

Føroyski vongurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, var aftur á vøllinum ímóti Hollandi mánakvøldið, eftir at ein skaði hevði hótt við at spilla honum EM-endaspælið.

Vongurin spældi nærum fulla tíð og skeyt sjey mál í 35-23 sigrinum hjá dønum og kann nú gleða seg til avgerandi dystirnar næstu dagarnar. 

 - Tað var ólukksáliga deiligt at vera aftur á vøllinum. Tað var nógv ferð á dystinum, serliga fyrstu 20 minuttirnar. Eg spældi fulla tíð og merkti einki til skaðan, so tað var gott, sigur Jóhan á Pógv Hansen.

Føroyski vongurin fór eisini undir EM-endaspælið við góðum vónum.

Danir hava eitt krútsterkt lið, sum telist millum favorittarnar at vinna kappingina, og vongurin hevði eisini góðar vónir um, at hann fór at spæla ein týðandi leiklut á liðnum saman við liðfelaganum og kappingarneytanum á høgra vongi, Lasse Svan, sum spælir sítt síðsta endaspæl fyri danir.

Men longu í fyrsta dystinum fekk Jóhan á Plógv Hansen ein fipurskaða. Veteranurin, Hans Lindberg, varð boðsendur, og endaspælið hjá føroyinginum var í vanda fyri at vera liðugt, áðrenn tað veruliga var byrja.

 - Tað er altíð keðiligt at fáa skaðar, men tað er serliga hart undir einum endaspæli, tí vit spæla nógvar dystir upp á fáar dagar, og tú missir nógvar dystir upp á eina viku, sigur Jóhan á Plógv Hansen.

Hans Lindberg fekk korona - Jóhan fekk nýggjan møguleika

Tað var óvist, um føroyingurin skuldi heim, ella um hann skuldi verða verandi í hópinum.

 - Tað endaði so við at eg varð verandi, og so fekk Hans Lindberg koronu, júst tá eg var við at verða klárur aftur, og so lá tað í kortunum, at eg tók plássið hjá mær aftur, greiðir vongurin frá.

Í dag spælir Danmark ímóti Fraklandi, sum framvegis hevur tørv á stigunum fyri at tryggja sær hálvfinalupláss. 

 - Eg vóni sjálvandi at koma á vøllin. Tað er altíð deiligt, líka mikið hvussu nógvar minuttir tað verður til, sigur Jóhan á Plógv Hansen. Føroyski vongurin heldur, at møguleikarnir hjá Danmark at vinna EM eru góðir. 

 - Vit hava eitt heilt fantastiskt lið, og eg dugi ikki at síggja, at nakar annar hevur betri spælarar enn vit á pappírinum, sigur Hannover-Burgdorf-spælarin, sum næsta kappingarár skiftir til stórliðið, Flensburg-Handewitt.

 - Men spælir tú ein vánaligan hálvleik ella bara 10 vánaligar minuttir, kanst tú brádliga tapa ein dyst, so tað er torført, men um vit spæla okkara besta spæl, dugi eg ikki at síggja, hvør skal vinna á okkum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Fríggjadag 13. juni
RagnarRokk: Scott Carstairs um Xenotaph
193187
Fríggjadag 13. juni
Morgunlestur fríggjadagur 13.juni 2025
192953
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979