Kunnu nú fara til Íslands at fiska lodnu

Kunnu nú fara til Íslands at fiska lodnu
Kunngerðin er komin í gildi í dag
Lodnukvotan hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi er 30.000 tons.
 
27.01.2022 - 17:27

Føroysk skip kunnu nú fara at fiska lodnu í íslendskum sjógvi. Kunngerðin varð lýst í gjár og kemur í gildi í dag.

Øll tey føroysku skipini, sum hava fingið loyvi, kunnu tí byrja at fiska lodnu í íslendskum sjógvi. 

Føroyar eiga 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi. Fiskast kann til 30. apríl.

Íslendska kvotan er 660.000 tons, Noreg eigur 145.000 tons, Grønland 67.000 og Føroyar 30.000 tons.
 
Íslendingar fiska nógva lodnu í løtuni. Fyri eini viku síðani vóru 160.000 tons landað síðani fyrst í desember.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221