Hanus Pál Jógvansson virkandi sóknarprestur í Vesturkirkjuni

Hanus Pál Jógvansson virkandi sóknarprestur í Vesturkirkjuni
Prestavígslan verður eftir ætlan 24. apríl, og 1. mai verður hann skipaður í kallið
Hanus Pál Jógvansson, gudfrøðingur, er innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.01.2022 - 15:05

Nólsoyingurin, Hanus Pál Jógvansson, gudfrøðingur, er innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 1. mai  til 31. juli.

Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

Innstillingin varð gjørd á felags kirkjuráðsfundi í gjár.

Tá ið talan er um vikar, er biskupur setanarmyndugleiki.

Prestvígdur 24. apríl

Treytað av at landsstýrismaðurin í mentamálum gevur vígsluloyvi, er ætlanin at prestvíga Hanus Pál í dómkirkjuni 24. apríl kl. 16.

Undur gudstænastuni í Vesturkirkjuni sunnudagin 1. mai kl. 11 skipar dómprósturin nýggja prestin í kallið.

Fýra umsóknir vóru til starvið sum virkandi sóknarprestur í  Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687