Sverri, Hávard og Elias kunnu gerast ítróttanavnið 2021

Sverri, Hávard og Elias kunnu gerast ítróttanavnið 2021
Rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, paratleturin, Hávard Vatnhamar og hondbóltsspælarin, Elias á Skipagøtu, eru í uppskoti til ítróttanavnið 2021, sum Ítróttasambandið letur
Sverri Sandberg Nielsen vann ítróttanavnið 2020 og er aftur í uppskoti í ár
 
31.01.2022 - 16:34

Ítróttanavnið 2021 verður ein rógvari, paraíðkari ella hondbóltsspælari.

Olymiski paratleturin, Hávard Vatnhamar, hondbóltsúrmælingurin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, og Sverri Sandberg Nielsen, olympiskur finaluluttakari í rógving, eru í uppskoti til heiðurin sum Ítróttanavnið 2021, sum er ein av heiðurslønunum á Ítróttafagnaðinum leygarkvøldið 5. februar.

Hávard Vatnhamar umboðaði Føroyar í maraton í Paralympisku leikunum í Tokyo í summar. Paraíðkarin skuldi eftir ætlan kappast í triathlon, men tá korona gjørdi tað ógjørligt, skifti hann ítróttagrein til para-maraton, og fullførdi sín dreym um at bera Merkið um paralympisku mállinjuna.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði eitt gott 2021 í hondbóltsvøllum bæði í Føroyum og uttanlands. Í vár spældi hann sín fyrsta landsdyst og er longu nú týdningarmesti spælarin í hvítum. Í felagið sínum, IK Sävehof, vann hann svenska meistaraheitið í fyrstu royndini, og hevur spælt ein alsamt størri leiklut á liðnum, sum hetta kappingarárið hevur staðið seg væl í European League.

Sverri Sandberg Nielsen hevur í fleiri ár prógvað, at hann telist millum sterkastu rógvararnar í heiminum. Hann náddi í ár sínum stóra máli um at kappast í Olympisku Leikunum, sum vóru í Tokyo eitt ár seinni enn ætlað. Í harðari kapping róði miðvingurin seg til eitt fjórða pláss.

Ítróttanavnið fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. Ítróttafagnaðurin 2021 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 5. februar, kl. 20:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358