Bárður samdur við Jenis: Avgerðin um radaran skal takast nú

Bárður samdur við Jenis: Avgerðin um radaran skal takast nú
Løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum eru samdir um, at avgerðin um verjuradaran á Sornfelli verður tikin um ein viku
 
02.02.2022 - 18:17

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fær næstu viku afturat at avgreiða málið um radaran á Sornfelli.

-Havi eg ikki fingið svar frá Uttanlandsnevndini til ta tíð, so taki eg avgerðina sjálvur, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum:

Jenis_kl_17

Tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, svaraði einum munnligum fyrispurningi um radaran í løgtingum fyrr í dag, gav hann greitt til kennar, at avgerðin um radaran eigur at takast nú.

bardur_1

Og radaramálið eigur - sambært løgmanni - ikki at tvinnast saman við onnur, møgulig ynski hjá føroyskum politikarum. 

bardur_33

Tað er eitt ár síðani at Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fyrstuferð umrøddi málið um radaran á Sornfelli. 

Meiningarnar millum politisku flokkarnar um radaran eru somikið ymiskar, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, tá avtornar, kann fáa fleiri álit frá Uttanlandsnevndini, tí nevndin ikki kann semjast um eina felags støðu. 

jenis_kl_18

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786