Jørgen Niclasen legði frá sær eftir ónøgd í baklandinum

Jørgen Niclasen legði frá sær eftir ónøgd í baklandinum
Meiriluti av limafeløgunum hjá Fólkaflokkinum vildi hava formannin at leggja frá sær, men bíðað var, til hann sjálvur tók avgerðina
Jørgen Niclasen er nú aftur partur av tingmanningini hjá Fólkaflokkinum. Nú Uni Rasmussen er farin í landsstýrið, kemur Heðin Zachariasen aftur í tingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2022 - 16:02

Jørgen Niclasen leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.

Tað boðar Fólkaflokkurin frá í tíðindaskrivi, har víst verður til, at tað eru umstøðurnar seinastu dagarnar, sum eru orsøkin til avgerðina. 

Hósdagin 10. februar var Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági. Promillan vísti 1,26, skrivaði In.fo.

Tað hevði við sær, at hann mikudagin í farnu viku legði frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, og tók sæti aftur á tingi. 

Jørgen Niclasen verður sitandi sum formaður til landsfundin, sum eftir ætlan verður í mars. 

 

Ónøgd í baklandinum

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av stórari ónøgd í baklandinum. 

Kringvarpið hevur seinastu dagarnar loddað dýpið í teimum átta limafeløgunum hjá Fólkaflokkinum. Greitt er, at meirilutin vildi hava formannin frá.

Misnøgdin var so mikið stór, at tað í farnu viku var orðað eitt skriv at senda formanninum, har heitt varð á hann um sjálvboðin at leggja frá sær.

Sum Kringvarpið skilir, tók ein meiriluti av limafeløgunum undir við skrivinum, men tað varð steðgað í síðstu løtu, tí feløgini vildu geva formanninum nakrar dagar til sjálvur at leggja frá sær. 

Tað hevur hann nú gjørt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391