Ukraina: Grava hópgravir, tí líkhúsini eru full

Ukraina: Grava hópgravir, tí líkhúsini eru full
Forsetin í Ukraina sigur, at russar fremja krígsbrotsverk og fólkadráp
Ukrainski forsetin fordømir russiska álopið á sjúkrahúsið í Mariupol í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.03.2022 - 08:51

Myndugleikarnir í ukrainska býnum Mariopol eru farnir at grava hópgravir, skrivar AP. Tað verður gjørt, tí at líkhúsini í býnum eru full.

Volodimyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, fordømir bumbuálopið á sjúkrahúsið í havnarbýnum Mariupol í gjár.

Hann sigur, at hetta er krígsbrotsverk og heldur tað vera eitt avgerandi prógv fyri, at tað er fólkadráp, sum verður framt móti ukrainska fólkinum.

Higartil er boðað frá, at 17 fólk eru særd, og forsetin nevnir, at fleiri fólk eisini eru deyð.

 

Heitir aftur á Evropa

Volodimyr Zelenskyj heitir enn einaferð á Evropa um at seta fleiri revsitiltøk í verk móti Russlandi. Hann heitir eisini aftur á Nato um at steingja ukrainska loftrúmið fyri russiskum flogførum.

Men Nato hevur fleiri ferðir sagt, at tað verður ikki gjørt.

Altjóða gjaldoyrasamstarvið hevur annars samtykt ein hjálparpakka upp á 1,4 milliardir dollarar til Ukraina. Tað svarar til umleið 9,5 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025